Er tú
okkara nýggi
lærlingur?

Til HVS handil okkara tørvar okkum ein dugnaligan lærling, at ráðgeva kundum okkara.
Vit bjóða tær...
· eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi avbjóðingum.
· at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.
· møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.


Vit vænta, at tú...
· skilur týdningin av góðari kundarøkt, dygd og tí fagliga
· dugir at arbeiða sjálvstøðugt
· ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin
· setur kundan í fremstu røð
Løn og treytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála hjá S&K.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.


Um okkum
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum.
Tað eru góðar arbeiðsumstøður, góðir samstarvsfelagir, og arbeitt verður í einum jaligum fakligum arbeiðsumhvørvi.


Spurningar?
Nærri fæst at vita um læruplássið, við at ringja á tel 22 77 20 og tosa við Kjartan á Dul.
Er tað tær vit leita eftir?
Vit ynska at finna tann rætta, um tú ert upptikin í løtuni so kunnu vit bíða eftir tær :)

Send okkum tín umsókn í dag við at trýsta á knøttin.
Tú kanst eisini senda mail til kd@mp.fo (viðmerk: »umsókn«).
Send umsókn »
Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. juli 2018
Setanin verður sambært avtalu.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær :)