Starvslýsing

StarvsFólk til
HVS handilin

Send umsókn »
Vit bjóða tær...
· eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum.
· at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.
· møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.


Vit vænta, at tú...
· skilur týdningin av góðari kundarøkt
· dugir at arbeiða sjálvstøðugt
· ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin
Løn og treytir
Løn og setanartreytir sambært avtalu.


Um okkum
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum.
Tað starvast um 50 fólk hjá Mariu Poulsen, og har av eru 14 knýtt at HVS handlinum sum ráðgevar, sølufólk og goymslufólk.
HVS handilin er á Hálsi, har vit hava góðar og rúmligar umstøður til okkara virksemi.


Spurningar?
Øll áhugaði, eru vælkomin at ringja til Kjartan á tel 22 77 20 og tosa við Kjartan á Dul.
Er tað tær vit leita eftir?
Send okkum tín umsókn í dag við at trýsta á knøttin.
Tú kanst eisini senda mail til kd@mp.fo (viðmerk: »umsókn«).
Send umsókn »
Umsóknarfreistin er sunnudagin 5.apríl 2019
Setanin verður sambært avtalu.